GDPR Masterclass
týs. 07. nov.
|Runavík
Vit ynskja at gera tað praktist og einfalt at verða í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini. Tískil bjóða vit tær til ein Masterclass, har vit gera luttakararnar tilvitaðar um dátuverndarlógina, og síðani gera tað møguligt hjá teimum at viðgera persónupplýsingar rætt í teirra arbeiðsdegi.
Tid og sted
07. nov. 2023, 08:30 – 15:30 GMT
Runavík, 6 Heiðavegur, Runavík 620, Faroe Islands
Om eventet
Vit eru tilvitað um at dátuvernd ikki er tað lættasta at fáast við, tað sum vit ynskja er at gera tað praktiskt og einfalt at vera í samsvari við reglurnar í Dátuverndarlógini. Um tú veit nógv um dátuverndarlógina, kanst tú pussa upp tína vitan og um tú einki veit um dátuverndarlógina so er hetta eisini til tín.
Á hesum Masterclass verða tit tilvitaðu um hvussu tit kunnu fáa dátuvernd inn í tykkara dagligdag, vit fara at hyggja ígjøgnum skipanirnar tit hava, læra at gera váðametingar, gera mannagongdir, og hyggja hvussu vit kunnu gera eina dátverndarkunning. Vit tosa eisini um hvat Dátueftirlitið hevur av vegleiðingum og skebelónum. Eisini verður tosa um hvussu vit kunnu gera tað lættari fyri títt felga at halda lógina.
Á degnum verður eisini víst á ein genialan amboðskassa. Ein talgildur amboðskassi við amboðum til kortlegging, eftirligt, váðameting, greining, dátuviðgerðar, dátuviðgerðaravtalur, skjalfestin osv.